Sp/f Elin J til sølu

 
Vegna serligar umstøður, hevur Bátasølan fingið áheitan frá ánaranum av smá partafelagnum Elin J, um at seta felagið ella ognirnar til sølu. 
Sp/f Elin J, er eitt val rikið felag í rekur tveir útróðrarbátar í bólki 5a og 5b, felagið hevur egnan egningarskúr og har til væl av nýggjari fiskiútgerð v.m. 4 fólk eru tengt at virkseminum.
Felagið eigur millum annað bátarnir M/B ELIN JÓHANNA FD 263, ið roynir við línu og snellu og so eisini  M/B FISKANES FD 63 í roynir eftir goggum.
Møguleikarnir eru fleiri, hvussu hendan sølan kann ganga fyri seg:
  • Fyrsti møguleikin er at keyparin, keypir 100 % av partabrøvinum í felagnum og har við yvir tekur allar ognarlutirnar og skildur í felagnum.
  • Næsti møguleikin er at keyparin, keypir 100 % av partabrøvinum í felagnum og Bátasølan selur M/B FISKANES FD 63 til annan keypara.
  • Triði møguleikin er at keyparin, “tann rætti skiparin”​, keypir 50 % av partabrøvinum í felagnum Sp/f Elin J  ​
  • Um rætti skiparin, ikki hevur nokk av keyps peningi, kann avtala møguliga gerast um, at lønar partur skiparans verður leypandi umgjørdur og brúktur til keypa av partabrøvinum.

Áhugaðir keyparar, sum verða hildnir at verða skikkaðir, av nú verandi eigara, kunnu fáa atgongd til nærri kunning, her-undir rokniskapar tilfar og við at undirskriva eina trúnaðaravtalu.

Omanfyri nevnda fráboðan er ikki at meta, sum eitt bindandi tilboð um at sølu av partabrøv, men sum ein inn-bjóðing at luttaka í einari sølutilgongd.

😍 Ring til Bátasøluna á 792001 / skriva til okkum á info@batasolan.fo um tú ynskir fleiri upplýsingar 😃

Um tú ynskir at síggja ella royna bátin, kunnu tit bíleggja eina fram vísing við at senda teldupost til info@batasolan.fo og ella við at ringja til okkum á 79 20 01 ☎️